IMG 5593
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Stórum áhugi fyri sálarligum arbeiðsumhvørvi

17. november. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi varð í miðdeplinum, tá ið arbeiðsgevarar og fakfólk savnaðust fyri at tosa um ásetingina, trivnað og mentan

Hósdagin 13. november skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki um sálarligt arbeiðsumhvørvi á arbeiðsplássinum. Tiltakið varð hildið í sambandi við nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi, sum kom í gildi 1. august í ár.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, setti tiltakið og bjóðaði vælkomin. Hann legði dent á týdningin av, at fyritøkur hava eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, og at starvsfólk trívast og kenna seg trygg á arbeiðsplássinum.  

Kunning um kunngerðina
Anna A. Andresen, sálarfrøðingur í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, greiddi frá um kunngerðina og tey seks økini, sum hon fevnir um: 

  • stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
  • ógreið og mótstríðandi krøv
  • høg kenslulig krøv
  • niðrandi atburður og harðskapur - í og uttan fyri arbeiðstíð

Hon minti á, at góðar vegleiðingar liggja á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum. Anna legði dent á, at arbeiðsgevarar eiga at seta seg væl inn í kunngerðina, og arbeiða fyribyrgjandi á teimum økjum, sum eru serliga viðkomandi fyri teirra virksemi. 

Hon segði eisini, at Arbeiðs- og Brunaeftirlitið fer skipa fyri møguleika hjá fyritøkum at seta seg enn betur inn í ásetingarnar – og at eftirlit eftir kunngerðini verður gjørt, tá ið ein tíð er fari

Articon arbeiðir miðvíst
Heri Kjærbo, HR-leiðari í Articon, greiddi frá arbeiðinum hjá felagnum við sálarligum arbeiðsumhvørvi – eitt arbeiði, sum Articon hevur arbeitt miðvíst við síðani 2018.

Eitt nú hevur Articon eina eygleiðingarskipan, har øll starvsfólk hava møguleika at boða frá, um okkurt er áfatt ella verður eygleitt. 

Felagið hevur eisini útlært HR- og HTU-starvsfólkini í at vera ‘stresscoach’ við tí endamáli at fanga starvsfólk, sum tykjast vera strongt, ella um óvæntað óhapp koma fyri. 

Heri vísti somuleiðis á týdningin av at hava eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, at fólk fara har, sum tað er gott at vera, og at starvsfólk avrika betri, tá ið arbeiðsumhvørvið er gott.


Kappingarfyrmunir við góðum arbeiðsumhvørvi
Eydna Eivindardóttir Danielsen, sum er í starvsvenjing í Vinnuhúsinum, greiddi at enda frá um kappingarfyrimunirnar hjá fyritøkum, ið leggja dent á sálarligt arbeiðsumhvørvi. 

Hon nevndi millum annað, at:

  • leiðslan hevur altavgerandi týdning fyri mentanina á arbeiðsplássinum og fyri at rúm fyri menning, dialogi og møguleikanum at gera feilir
  • starvsfólk hava ábyrgd av at siga frá, tá ið arbeiðsbyrðan er ov tung, ella okkurt annað er áfatt
  • yngri ættarlið seta størri krøv til javnvág millum arbeiði og familjulív, til fakliga menning og til greiða og nærverandi leiðslu

Eydna vísti eisini á, hvussu fyritøkur kunnu kortleggja sálarliga arbeiðsumhvørvið, og vísti til tilfarið, sum liggur á industry.fo.


Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816