Burðardygd

Stórur áhugi fyri burðardygd

02. oktober. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd

Vinnuhúsið hevur sett á skrá eina røð við seks arbeiðsfundum har fyritøkur fáa førleikar og amboð til at gera egnar frágreiðingar um burðardygd. Sera stórur áhugi hevur verið og heili 22 fyritøkur er meldaðar til arbeiðsfundirnar, sum nú eru fult teknaðir

Hugskotið til arbeiðsfundir er sprottið burturúr vitjanum og fyrispurningum frá fyritøkum. Fleiri fyritøkur hava víst á, at tær arbeiða við burðardygd, men at tað er torført at máta og skjalfesta hvussu burðardygg fyritøkan er. Hóast tað er framleitt nógv tilfar um burðardygd er tað ein stórur eftirspurningur hjá føroyskum fyritøkum at hitta aðrar fyritøkur fyri at umrøða møguleikar og avbjóðingar, ið vit hava í Føroyum.

Um arbeiðsfundirnir vísa seg at rigga væl og um áhugin framhaldandi er stórur, verður hetta allarhelst eitt afturvendandi tiltak. Vinnuhúsið frættir tí fegin frá fyritøkum, ið eru áhugaðar í førleikamenning og/ella netverkum innan burðardygd, soleiðis at vit fáa kortlagt tørvin og skipa virksemið á besta hátt.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737