20261008 131509001 Ios
Føroya Handverksmeistarafelag

Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

12. oktober. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

Stórur áhugi var fyri tiltakinum um LCA (Life Cycle Assessment), sum Varandi Vinna og Føroya Handverksmeistarafelag skipaðu fyri í Vinnuhúsinum hósdagin 8. oktober.

Endamálið var at økja um vitanina um umhvørvisávirkanina av byggitilfari og geva byggivinnuni betri amboð at arbeiða við burðardyggari bygging.

Á tiltakinum greiddi Jón Jacobsen, umhvørvisverkfrøðingur, frá, hvussu LCA kann brúkast til at meta um umhvørvisávirkanina av byggitilfari. Við at kanna umhvørvisávirkanina gjøgnum lívsskeiðið hjá tilfarinum ber til at fáa eitt betri grundarlag fyri at velja byggitilfar við atliti at umhvørvinum.

Eisini varð greitt frá muninum millum LCA og EPD (Environmental Product Declaration), sum er ein umhvørvisvørulýsing, og hvussu hesi amboð kunnu brúkast í sambandi við projektering, útboð og innkeyp.

Luttakararnir umboðaðu ymiskar partar av føroysku byggivinnuni, bæði byggifyritøkur, ráðgevar og byggiharrar. Breiða undirtøkan vísir, at áhugin fyri burðardyggari bygging er stórur tvørtur um vinnuna.

Tiltakið gav eisini eina ábending um, at føroyska byggivinnan í størri mun ynskir at taka umhvørvisatlit við í avgerðirnar, tá ið bygningar verða projekteraðir og bygdir.

Við tiltakinum ynsktu Varandi Vinna og Føroya Handverksmeistarafelag at varpa ljós á møguleikarnar við LCA og stuðla undir, at føroyska byggivinnan fær størri vitan og betri amboð at arbeiða við burðardyggari bygging.

Annað á breddanum

  1. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios
  2. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  3. Virðið upphavsrætt og vørumerki – eisini við vitlíki

    Felagið Samskifti minnir fyritøkur og stovnar á at virða upphavsrætt og vørumerki, tá ið samskiftistilfar verður ment við vitlíki

    12. oktober. 2026
    Nevnd Samskifti