Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett sær fyri at skipa fyri fýra skeiðum árliga í grundleggjandi setanarviðurskiftum – tveimum á føroyskum og tveimum á enskum.
Endamálið við skeiðunum er at styrkja vitanina hjá arbeiðsgevarum um kollektivar sáttmálar, arbeiðsmarknaðarlóggávu og onnur grundleggjandi setanarviðurskifti.
Skeiðini skulu geva luttakarunum innlit í tey viðurskifti, sum arbeiðsgevarar skulu hava skil á í sambandi við setan og starvsfólkahandfaring.
Fyrstu skeiðini vórðu hildin í vár. Í gjár, 20. oktober, varð fyrra heystskeiðið hildið, og í dag, 21. oktober, verður tað seinna hildið.
Áhugin er stórur. Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini, sum bendir á, at tørvurin á kunning og vegleiðing um setanarviðurskifti er stórur.
Við at bjóða skeiðini bæði á føroyskum og enskum vil Føroya Arbeiðsgevarafelag røkka einum breiðari skara av arbeiðsgevarum og starvsfólkum, sum arbeiða við setanarviðurskiftum.
Ætlanin er at halda fram við fýra skeiðum árliga.
Her eru myndir frá heystskeiðnum 20. oktober:





