Vinnuferð Grønland
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Stórur áhugi fyri vinnuferðini til Grønlands

01. juni. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

50 fyritøkur og fleiri enn 90 luttakarar hava longu meldað seg til vinnuferðina til Grønlands. Freistin at melda til er 15. juni

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um stóru undirtøkuna fyri ferðini, sum verður í døgunum 29. september til 2. oktober 2026.

Á skránni verða vitjanir, framløgur og fundir við viðkomandi aktørar í Grønlandi. Dentur verður lagdur á bæði fakligt innihald og netverkan, og tíð verður eisini sett av til, at luttakarar kunnu røkja síni egnu sambond.

Freistin at melda til er 15. juni 2026. Tilmelding og nærri kunning eru at finna her.

Hevur tú spurningar um tilmeldingina, kanst tú venda tær til Óla Ejdesgaard frá 62N á oli@62n.fo ella 733525.

Hevur tú spurningar um sjálva ferðina, kanst tú venda tær til Alva Hjelm, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á alvi@industry.fo ella 739908.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)