Stovna íverksetarafelag við einari krónu í byrjanarkapitali

21. mai. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

16. mai varð avgerð tikin um at broyta donsku vinnulógina, soleiðis at til ber hjá íverksetum at stovna eitt nýtt slag av felag. Hetta er eitt sonevnt íverkserarafelag, har kapitalkravið bert er 1 króna.

Íverksetarafeløg eru eitt slag av smápartafeløgum, sum eru í gongd við at byggja upp sín kapital. Íverksetarar kunnu stovna felagið fyri 1 krónu . Síðani kunnu tey vaksa byrjanarkapitalin við at spara upp 25% (í Føroyum hevði hetta verið við 18 %) av avlopinum í fyritøkuni. Samstundis er kapitalkravið fyri smápartafeløg lækkað frá 80 tkr.til 50 tkr.

Vinnu- og vakstrarráðharrin, Annette Vilhelmsen, sigur: “Eg havi sera stórar vónir til tey nýggju íverksetarafeløgini. Stjórnin arbeiðir nógv við, at tað skal verða lættari at byrja egið virksemi, og galdandi vinnulóggáva skal ikki verða ein forðing fyri tey, sum ynskja at royna nýggj hugskot.

Íblástur hava vit fingið frá royndum í Týsklandi og Noregi, har man eisini fyri stuttum hevur lækkað kapitalkrøvini til feløg. Í báðum londum hevur hetta havt við sær, at fleiri feløg eru stovnað. Tískil verður mett, at tað hevur verið væleydnað at lækka kapitalkravið.”

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at umhugsa at seta slíkar reglur í gildið í Føroyum.

Fakta:

  • Broytingin krevur broytingar í vinnufelagslógini. Tað snýr seg m.a. um íverksetarafeløg, lækking av kapitalkravinum fyri smápartafeløg frá 80 tkr. Til 50 tkr.,umframt øktar møguleikar fyri partvísari inngjalding av felagskapitali osv.
  • Eitt íverksetarafelag er eitt slag av smápartafelag, har kapitalkravið bert er 1 kr. í sambandi við stovnan, og felagskapitalurin verður síðani spardur upp. Tað er m.a. eitt krav um, at 25 % av ársavlopinum skal sparast upp í eini serligari goymslu til felagskapitalurin og goymlsan er minst 50 tkr. Vinningsbýtið verður loyvt tá felagskapitalurin er minst 50 tkr. Tá íverksetarafelagið hevur fingið ein felagskapital á 50 tkr., er møguligt at broyta felagið til eitt “vanligt” smápartafelag.

  • Burtursæð frá teimum vanligu kapitalreglunum eru íverksetarafeløg fevnt av teimum vanligu reglunum um smápartafeløg.

  • Donsku reglurnar um íverksetafeløg hava uppruna í Týsklandi, har tað hevur víst seg, at fleiri feløg eru stovnað, eftir at hesin møguleiki er komin. Talið av konkursum er kortini ikki økt munandi.

  • Lógin krevur tillagingar í KT-skipanum hjá Erhvervsstyrelsen.

Kelda: Erhvervs- og Vækstministeriet

Lóggávan kann síggjast her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)