Stovnandi aðalfundur til Føroykst-íslendskt handilskamar

24. oktober. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

10. november kl. 15.00 verður stovnandi aðalfundur í Vinnuhúsinum í sambandi við, at Føroykst-Íslendskt handilskamar verður stovnað.

Fyrr í ár skrivaðu Viðskiftaráð Islands og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir yvirlýsing um, at stovnað verður føroyskt- íslendskt handilskamar til heystar. Fyrireikingarnar eru nú komnar á mál og kallað verður inn til aðalfund 10. nov. kl. 15.00.
Allar fyritøkur, feløg, stovnar og einstaklingar, sum hava áhuga í at vera við til at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Ísland eru vælkomin at melda seg inn í handilskamari. Tilmeldingarskjal kann takast niður her.
Limagjaldið í føroyska-íslendska handilskamarinum er 800 kr fyri einstaklingar, 2.500 kr fyri fyritøkur við minni enn 50 starvsfólkum og 3.500 kr fyri fyritøkur við fleiri 50 starvsfólkum.
Í sambandi við stovnanina av handilskamarinum, er eisini ein búmerkjakapping, les meir um tað her.
Føroya Arbeiðsgevarafelag                                                                 Viðskiptaráð Íslands
Marita Rasmussen                                                                              Kristin S. Hjálmtýsdóttir
                                                             

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)