Skærmbillede 2024 02 12 084121

Stovnandi fundur í Varandi Vinna

16. september. 2024 | Tiltak | Burðardygd

Varandi Vinna er netverk fyri føroyskar fyritøkur, sum vilja samstarva innan burðardygd. Tað er stórur munur á, hvussu langt fyritøkur eru komnar á økinum og fyri at lofta  ymiska tørvinum, verður netverkið skipað í tveimum:

  • Varandi Vinna, ið er ætlað fyritøkum, ið arbeiða miðvíst við burðardygd og sum vilja seta sær felags krøv
  • Varandi Vinna - innleiðsla, ið er fyri fyritøkur, ið eru í holt við at fóta sær á økinum og sum eru við fyri at læra.

Á stovnandi fundinum verður kósin hjá hjá netverkinum umrødd og ein reglugerð verður samtykt. Eisini skal eitt stýrið veljast við trimum umboðum fyri Varandi Vinnu, einum umboði fyri Varandi Vinna – innleiðsla og einum umboði fyri Vinnuhúsið.

Allir limir eru vælkomnir á stovnandi fundin, eisini teir, sum enn ikki hava tikið støðu til luttøku í netverkinum.

Til ber at melda til netverkið her

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467