Stovnsetan av ferðavinnufelagi

07. juli. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein arbeiðsbólkur við umboðum innan føroysku ferðavinnuna er saman við Vinnuhúsinum í gongd við fyrireikingarnar til stovnan av einum vinnufelagið fyri føroysku ferðavinnuna.

Endamálið við felagnum er m.a. at fáa eina felags rødd fyri føroysku ferðavinnuna. Harumframt er ætlanin, at felagið skal virka fyri einum felags forum fyri ferðavinnuna, førleikamenning, betring av vinnumøguleikunum, samskipan av marknaðarføring, menning av góðsku- og umhvørvistilvitan og mangt annað.
Felagið fer vónandi at virka sum ein góður hugskotsgevi hjá m.a. Samvit og myndugleikum annars, sum varða av ferðavinnuni.
Limir í felagnum verða privatar føroyskar ferðavinnufyritøkur.
Stovnandi aðalfundur verður 31. oktober 2008. Áðrenn fundin verður temadagur fyri ferðavinnuna, har m.a. eitt umboð frá íslendska ferðavinnufelagnum SAF kemur at greiða frá, hvussu ferðavinnufelagið í Íslandi arbeiðir. Skráin fyri tiltakið verður klár í august mánaða og tá verður eisini møguligt at melda seg til.
Ferðavinnutiltakið 31. oktober er alment og øll við áhuga fyri ferðavinnuni eru vælkomin. Arbeiðsbólkurin vónar, at øll innan føroyska ferðavinnu fara at taka lut í degnum.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios