Styrkið arbeiðið við marknaðaratgongd

06. juli. 2015 | Áskoðan

Arbeiðið við at fáa betri marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur má raðfestast munandi hægri, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Atgongdin hjá føroyskum virkjum at selja á marknaðum uttanlands er ikki nóg góð og munandi verri enn í grannalondunum. Og arbeiðið við at bøta um marknaðaratgongdina verður ikki raðfest nóg høgt. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum varð løgd fram á aðalfundinum í farnu viku.

Eitt feskt og sjónligt dømi um hetta eru ætlanirnar um at byggja eitt niðursjóðingarvirki í Føroyum, sum kundi flutt framleiðsluna longur fram í virðisketuna og skapt nýggj arbeiðspláss í Føroyum. Ein slík verkætlan verður tarnað av vantandi marknaðaratgongdini, í hesum føri serliga til ES. Hóast hetta er eitt øgiliga sjónligt dømi um týdningin av marknaðaratgongd, er hetta gerandiskostur hjá føroyskum fiskaútflytarum. Fyrispurningar frá áhugaðum keyparum úti í heimi mugu svarast við einum “Tíverri!” tí vit antin ikki hava neyðugu heilsufrøðiligu avtalurnar ella tí tollurin er hægri enn hjá kappingarneytunum vegna vantandi fríhandilsavtalur.

Uppgávan er ikki løtt hjá føroysku myndugleikunum. Orsakað av avmarkaðu støddini av føroyska marknaðinum, enda Føroyar ofta niðarliga á raðfestingarlistanum hjá teimum londum, sum vit eru áhugaði í at gera fríhandilsavtalur við. Tí er tað alneyðugt, at almennu Føroyar veruliga raðfesta hesa uppgávu, sum krevur eitt áhaldandi arbeiði frá føroyskum stovnum og ráðum. Og tíverri mugu vit staðfesta, at neyðuga orkan ikki verður sett av til hetta arbeiðið. Hetta er partvíst ein spurningur um játtan, men eisini partvíst ein spurningur, hvussu stovnar og ráð raðfesta hesa uppgávu og skipa arbeiðið.

Tíðin arbeiðir ikki fyri okkum. Kanada og ES eru komin á mál í samráðingunum um sínamillum fríhandilsavtalu, sum gevur tollfrælsi til 99% av vørunum, herundir fiskavørum. Samráðingarnar millum ES og Japan um nýggja fríhandilsavtalu eru væl ávegis, og ES og USA samráðast eisini um fríhandilsavtalu.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at:

  • arbeiðsorka eigur at verða sett av á Løgmansskrivstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til eitt áhaldandi arbeiði at tryggja Føroyum marknaðaratgongd til teir mest áhugaverdu marknaðirnar.
  • hetta arbeiðið eigur at verða skipað, so at vitan og førleiki verður uppbygdur í ráðum og stovnum. T.d. kann ein útflutningsdeild verða skipað á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum áhaldandi arbeiðir við heilsufrøðiligum avtalum og marknaðaratgongd.
  • tað hevur týdning at stovnar og ráð samstarva, tá samráðst verður um marknaðaratgongd. Tað nyttar ikki at hava ein fríhandilssáttmála, um vøran ikki sleppur inn í landið vegna vantandi heilsufrøðiligar avtalur.
  • myndugleikarnir mugu í samstarvi við Føroya Arbeiðsgevarafelag raðfesta teir marknaðir sum serliga skal arbeiðast við og fyrst og fremst málrætta arbeiðið móti hesum marknaðunum.

Les meira um marknaðaratgongd í Ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi her.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025