Suðurkorea Vitjan Juli2026
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

14. juli. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd

Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

Ein suðurkoreansk sendinevnd vitjaði Vinnuhúsið fyri at kanna møguleikarnar fyri øktum samhandli.

Yang Young Jin, aðalstjóri í Fisheries Policy Bureau, stóð á odda fyri sendinevndini.

Á fundinum greiddi Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, frá føroyskum útflutningi og legði serliga dent á týdningin av einari fríhandilsavtalu millum Føroyar og Suðurkorea.

"Vitjanin er komin í lag í kjalarvørrinum á føroysku handilsferðini til Suðurkorea í juni. Tað tykist at vera veruligur áhugi fyri at keypa føroyskar fiskavørur og við tíðini at menna samhandilin enn meira", sigur Niels Winther.

Sendinevndin vitjaði eisini Uttanríkis- og fiskimálaráðið. Har undirritaðu partarnir eina Declaration of Intent um millum annað samstarv og menning av útflutninginum av føroyskum fiskavørum til Suðurkorea.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios