Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum
Sulisisut (Grønlands Erhverv) og Vinnuhúsið hava gjørt nýggja samstarvsavtalu, sum skal styrkja vinnumenningina og vinnupolitiska samstarvið millum Grønland og Føroyar. Avtalan leggur upp til eitt tættari samstarv um felags avbjóðingar og møguleikar í Norðuratlantshavi.
Grønland og Føroyar hava sum smáir, opnir búskapir nógvar av teimum somu møguleikunum og avbjóðingunum. Endamálið við samstarvsavtaluni er at menna samstarvið á økjum, har londini kunnu fáa ítøkiligar fyrimunir av at arbeiða tættari saman.
Nevndarformaðurin í Sulisisut, Krissie Winberg Berthelsen, sær avtaluna sum eitt natúrligt stig í menningini av teimum sterku bondunum millum Grønland og Føroyar.
“Grønland og Føroyar hava nógv at læra av hvørjum øðrum. Vit standa fyri nógvum av teimum somu avbjóðingunum, men hava eisini nógvar av teimum somu møguleikunum. Við hesi avtaluni styrkja vit samstarvið millum vinnulívið í báðum londum og skapa eitt enn sterkari grundarlag fyri vinnumenning í Norðuratlantshavi”.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jón Sigurdsson, er samdur.
“Føroyar og Grønland hava søguliga havt tætt samband, og tað haldi eg, at vit eiga at byggja víðari á. Eg vóni og vænti, at báðir partar kunnu fáa nógv burtur úr einum tættari samstarvi um ítøkiligar loysnir, og eg fegnist um stóra áhugan bæði úr Føroyum og Grønlandi”.
Avtalan gevur eisini møguleika fyri øktum samstarvi um vinnuferðir, útflutningsátøk, vinnuframa og netverk millum føroyskar og grønlendskar fyritøkur. Samstarvið verður fylgt upp við árligum støðufundum millum felagsskapirnar báðar.
Stór føroysk vinnuferð í Grønlandi
Umleið 120 vinnulívsfólk úr 80 føroyskum fyritøkum vóru í farnu viku í Grønlandi á vinnuferð, sum Vinnuhúsið skipaði fyri.
Ferðin hevði til endamáls at knýta sterkari bond millum føroyskt og grønlendskt vinnulív og at kanna møguleikarnar fyri øktum samstarvi og samhandli millum londini. Og longu á heimferðini fríggjakvøldið 3. oktober sást eitt ítøkiligt tekin um økta sambandið. Nakrar grønlendskar fyritøkur komu við flogfarinum úr Grønlandi til Føroya.
Les meira um Sulisisut:
https://sulisitsisut.gl/