Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september
Hvussu skapar tú eina vælveruuppliving, har føroyska náttúran er ein týðandi partur av upplivingini?
Tað er millum evnini í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum, har vit vitja Ress og fara á rundferð í vælveruhúsinum við Súsannu í Stórustovu, leiðara.
Súsanna greiðir frá, hvussu hugskotið um Ress tók seg upp, hvussu vælveruhúsið er skipað, og hvat gestirnir kunnu vænta sær, tá ið teir koma á vitjan. Vit hoyra eisini um týdningin av føroysku náttúruni og tankarnar um framtíðina.
Á Vinnudegnum í september varð Ress kosið Vinnuátakið 2026. Dómsnevndin legði serliga dent á, at Ress hevur skapt eina serstaka uppliving, har náttúra, byggilist og tænasta ganga hond í hond. Eisini varð dentur lagdur á áræðið at gera eina so stóra íløgu á einum lítlum marknaði.
Ress hevur eisini vakt ans uttanlands. Fyrr í ár varð Ress valt sum eitt av World’s Greatest Places hjá altjóða tíðarritinum TIME.
Hoyr nýggja partin av Vinnukikaranum her