2 (8)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tá fólk ikki fáa møtt til arbeiðis vegna verkfall

20. mai. 2024 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar | Arbeiðsmarknaður

Í sambandi við verkfallið kann henda, at starvsfólk eru forðaði at møta til arbeiðis

Í sambandi við verkfallið kann henda, at starvsfólk eru forðaði at møta til arbeiðis orsaka av at:

  • barnagarðar verða stongdir vegna vantandi reingerð
  • einki brennievni er tøkt til egið akfar
  • bussarnir ikki koyra, tí bussførarar eru í verkfalli, ella at bussarnir ikki koyra orsaka av vantandi brennievni
  • ferjusambandið verður ávirkað

Í slíkum føri er tað sama galdandi sum, tá starvsfólk ikki fær møtt vegna brek á bilinum ella avlýsingar á buss-, ferju- og flogleiðum. Meginreglan er, at starvsfólk hava skyldu at møta til arbeiðis, hóast óvæntaðar hendingar gera hetta trupult.

Í sambandi við verkfallið, sum er í løtuni, hava starvsfólk sostatt skyldu at møta til arbeiðis, og at taka neyðug og gjørlig atlit, soleiðis at til ber at møta til arbeiðis. Møta starvsfólk ikki til arbeiðis vegna eitt nú vantandi barnaansing ella vantandi brennievni sum avleiðing av verkfallinum, hava tey ikki rætt til løn. Slík frávera fær tó ikki setanarrættarligar avleiðingar.

Tey starvsfólk, ið kunnu arbeiða heimanífrá, hava skyldu til at taka telduna við heim og at arbeiða heimanífrá.

Annað á breddanum

  1. Heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni 2026

    Tveir heiðrar vórðu latnir á Ferðavinnustevnuni 2026 í kvøld. Gunnar Skúvadal og KG Hotel fingu hvør sín heiður fyri serlig avrik í ferðavinnuni

    06. november. 2026 | Ferðavinna
    Ferða1
  2. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  3. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða