Thomas Erikson 2024 (134)3
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tá ið tú ert kringsettur av býttlingum

01. september. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd

Á Vinnudegnum fer Thomas Erikson at greiða frá, hvussu vit betur kunnu skilja tey, vit annars hava ringt við at skilja ella samskifta við

Thomas Erikson úr Svøríki er kendur um allan heimin fyri sínar bøkur í røðini “Surrounded by…”, eitt nú Surrounded by Idiots, sum er útgivin á mongum málum og seld í milliónatali. 

Í bókunum ger hann stuttliga, men samstundis gjølliga greining av ymsum persónleikum og samskiftismynstrum, og hann gevur lesaranum praktisk amboð til at skilja og handfara fólk við ymsari atferð.

Thomas er bæði rithøvundur og atferðarserfrøðingur, og hann hevur arbeitt við ráðgeving og skeiðum fyri fyritøkum, leiðarum og einstaklingum í fleiri ár.

Hann hevur serligan førleika at gera torskild evni løtt at skilja, og hann dugir at seta orð á tað, vit øll uppliva í gerandisdegnum: At tað kann vera trupult at samskifta við fólk, sum hugsa og handla øðrvísi, enn vit sjálvi.

Vinnudagurin verður í Norðurlandahúsinum 19. september. Her hittast fólk tvørtur um vinnugreinar og áhugamál, og her verður bæði hugsað frameftir og aftureftir. 

Tað er eisini dagurin, tá ið Ársins Virki og Vinnuátakið verða kosin, og nýggj hugskot og samstarv kanska verða fødd.

Les meira um Thomas Erikson her.

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios