Tá ungir feriuavloysarar verða settir í starv

06. juni. 2016 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Nøkur góð ráð til arbeiðsgevarar

Hetta er tíðin, tá feriuavloysarar verða settir, og nógv ungfólk fáa sínar fyrstu royndir á arbeiðsmarknaðinum.

Í hesum sambandi eru niðanfyri nøkur viðurskifti at minnast til, so tey ungu fáa so góða arbeiðsbyrjan sum møguligt. Tað er gjøgnum hesar fyrstu arbeiðsroyndirnar, at tey ungu skulu fáa eina góða barlast til restina av arbeiðslívinum.

Setanarprógv

Um tey ungu eru sett at arbeiða fleiri enn 8 tímar um vikuna og longri enn 1 mánaða, skulu tey hava setanarprógv. Fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag liggja leistir til setanarprógv á heimasíðu okkara http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=3570

Løn

Tey flestu av teimum ungu starvast innan øki hjá arbeiðarafeløgunum ella hjá S&K. Hjá arbeiðarafeløgunum eru serliga lønarásetingar fyri ung undir 17 ár og hjá S&K fyri ung undir 18 ár. Lønartalvurnar eru tøkar her:  http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=3551

Feriuløn, eftirløn og onnur gjøld

Løn til ungar feriuavloysarar skal viðgerast eins og onnur løn. Tað vil siga, at øll gjøld skulu rindast av lønini, sáttmálaásett eftirløn skal rindast av lønini og feriuløn flytast í Frítíðargrunnin.

Upplæring

Av tí at fleiri av hesum ungu ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum fyrr, er týdningarmikið at tey fáa ein góða upplæring. Hetta er sjálvsagt galdandi í mun til at gera neyðuga arbeiðið rætt, men eisini í mun til trygd á arbeiðsplássinum. Tað kann tí vera neyðugt at geva sær far um, hvørjar uppgávur tey ungu kunnu verða sett at gera. Serligar reglur eru í kapittul 9 í Arbeiðsumhvørvislógini um ung undir 18 ár.

Arbeiðstíð

Tey ungu kunnu sum útgangsstøði fylgja somu arbeiðstíðum sum hini á arbeiðsplássinum. Tó eru serligar reglur um longd á arbeiðsdegi og náttararbeiði í kapittul 9 í Arbeiðsumhvørvislógini.

Ung undir 15 ár

Sambært Arbeiðsumhvørvislógini kunnu ung undir 15 ár sum útgangsstøði ikki arbeiða. Tó kunnu ung millum 13 og 15 ár hava lættari arbeiði.

Týðilig leiðsla

Tað er týdningarmikið fyri tey ungu, sum fyri fyrstu ferð koma á arbeiðsmarknaðin, at tey fáa greið og ítøkilig boð. Tað er ikki vist, at tey vita, hvat verður væntað av teimum, og tí er týdningarmikið, at tey fáa tað at vita.  Leiðsla og vaksnir starvsfelagar eiga at vera ein góð fyrimynd hjá hesum ungu.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737