Heimasíðan Tíðindi (1)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tað er nú – melda til Vinnudagin

17. september. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tíðin rennur, og í kvøld á midnátt gongur freistin at melda til Vinnudagin 19. september út

Tað er framvegis møguligt at tryggja sær pláss á Vinnudegnum 2025, men freistin at melda til gongur út í kvøld á midnátt. Enn eru nøkur pláss eftir bæði í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná.

Á hvørjum ári savnast føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroysku vinnuna á Vinnudegnum. Í ár verður hátíðardagur vinnunnar hildin fríggjadagin 19. september í Norðurlandahúsinum.

Hetta er dagurin, har vit hittast til bæði gaman og álvara, við fjølbroyttari skrá av fyrilestrum, samrøðum og serstøku avdúkingini av Ársins Virki og Vinnuátakinum.

Í steðgunum í Norðurlandahúsinum verður eisini høvi at práta við veitarar, kundar og samstarvsfelagar aftur við brellbitum, drekka og tónleiki.

Skráin í ár
Á Vinnudegnum fara luttakararnir at hoyra framløgur frá bæði altjóða og føroyskum gestum:

Thomas Erikson (Svøríki), víðakendur atferðarserfrøðingur og rithøvundur av bókarøðini “Surrounded by…”, gevur amboð til, hvussu vit kunnu skilja tey, sum vit ikki skilja.

Brian Sørensen (Danmark), íverkseti og stovnari av Cult Energy, sigur frá ferðini frá hugskoti til verkætlan, og hvussu hann í dag byggir víðari í fyritøkuni PadelPadel.

Vera Antonsdóttir (Ísland), stjóri í Grósku – miðdeplinum fyri nýskapan og samstarv millum vinnu og gransking – gevur dømi um, hvussu hugskot kunnu mennast til ítøkiligar íløguætlanir.

Ben Arabo (Føroyar), stjóri í Framtak, greiðir frá, hvussu vit í Føroyum kunnu gera okkum meira spennandi fyri íløgufólk, og hvussu hugskot kunnu flytast til ítøkiligar íløguætlanir, hóast vit eru eitt lítið samfelag.

Harumframt verður ein røð av styttri fyrilestrum undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum?”:

  • Símin P. Sivertsen, Bergfrost
  • Rógvi Róin, Petur Larsen
  • Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi og íverkseti

Teirra framløgur geva innlit í, hvussu føroyskar fyritøkur arbeiða við nýskapan og flyta hugskot frá fyrstu tonkunum til ítøkilig úrslit.

Dagin í Norðurlandahúsinum fer Kjartan Hansen at leiða sum orðstýrari.

Seinasta freist at melda til er í dag á midnátt.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios