Timburhús

Tað privata seta ferð á bústaðabygging

09. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað hevur í nógv ár verið ein ódekkaður tørvur á bústøðum í Føroyum. Tí mugu fleiri grundleggjandi stig takast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrásøgn síni.

Fyrsta stig at nøkta tørvin er at kommunurnar mugu útstykkja fleiri øki til bústaðarendamál.

Annað stig er at tryggja, at eisini privata vinnan hevur møguleika at verða við til at loysa bústaðartørvin. Hetta er alneyðugt, um vit vilja hava nakað at henda skjótt Politiska skipanin eigur tí sum skjótast at javnseta møguleikarnar hjá tí almenna og tí privata at byggja bústaðir. Um kappingin er ójøvn, gerst tað minni lokkandi hjá privatu feløgum at gera íløgur og kappast.

Eitt stig er at bøta um karmarnar fyri smærri íbúðarverkætlanum í lóggávu og avskrivingarmøguleikum. Til dømis fær Bústaðir ókeypis grundøki frá kommununum og sleppur undan at renta allan byggikostnaðin. Nýggju møguleikarnir hjá kommunum at stovna bústaðafeløg við 10 til 20 prosentum av pengunum hjá skattaborgarunum sum innskot er enn eitt kappingaravlagandi stig frá politiska myndugleikanum. Um politiska skipanin vil tryggja, at húsaleigan ikki gerst ov høg, er ein betri loysn at gera eina skipan við býlisstuðli, bæði til tey sum leiga frá tí almenna og frá tí privata.

Í stuttum eigur politiska skipanin:

  • At útstykkja fleiri grundstykkir til bústaðarendamál
  • At avtaka heimildina hjá kommunum at seta á stovn bústaðarfeløg saman við Bústøðum
  • At javnseta kappingina millum almenna og privata bygging
  • At seta eina skipan við býlisstuðli í verk

Ársfrásøgnin kann lesast her 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737