Tað skal loysa seg at arbeiða!

04. juli. 2011 | Áskoðan

Tað er greiða sjónarmiðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Felagið heldur ikki at hetta er galdandi í nóg stóran mun, og tí má skattaskipanin broytast. Hvussu føroyska familjan annars velur at raðfesta millum arbeiðstíð og frítíð ætlar Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki at blanda seg uppí.

Føroyska samfelagið er í tí hepnu støðu, at vit hava eina methøga arbeiðsmegi samanborið við londini rundan um okkum, um vit telja tal av høvdum. Eisini luttøkan hjá føroyskum kvinnum á arbeiðsmarknaðinum er met høg. Tað er sostatt ikki huginum at taka lut á arbeiðsmarknaðinum, sum feilar hjá hvørgum av kynunum.


Men tað, sum hagtøl frá 2009 sambært norðurlendsku árbókini vísa, er at telja vit tímarnar, sum hvør einstakur av okkum í miðal arbeiðir, so er tað ein størri partur av føroysku arbeiðsmegini, sum arbeiðir niðursetta tíð. Áleið 34 % av arbeiðsvirknum føroyingum arbeiða niðursetta tíð, og er hetta talið góð 5 % stig hægri enn Norra, 10 % stig hægri enn Danmark og meiri enn 20 % stig hægri enn í Finnlandi.


Hagtølini vísa eisini, at tað serliga eru føroyskar kvinnur, ið arbeiða niðursetta tíð. 52 % av arbeiðsvirknum kvinnum í Føroyum arbeiða niðursetta tíð, samanborið við 43, 41 og 18,5 % í ávikavist Norra, Svøríki og Finnlandi.


Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er eitt áhugavert samanfall, at so nógvir føroyingar arbeiða niðursetta tíð, samstundis sum marginalskatturin á lutfalsliga lágari lønarinntøku er so høgur. Marginalskatturin er um 60 % av árligari inntøku oman fyri 250.000, sum ikki kann sigast at vera nøkur høg inntøku, tvørturímóti. Vit tosa tískil um púra vanligar lønir, ið vera ógvuliga hart skattaðar.


Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað skal loysa seg at arbeiða, tí annars er vandi fyri, at tað ávirkar hugin hjá fólki at arbeiða. Og tað hava vit sum samfelag so avgjørt ikki brúk fyri, serliga um hugsað verður um framtíðaravbjóðingarnar at uppihalda vælferðarsamfelagnum, sum krevur nógvar hendur á arbeiðsmarknaðinum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)