Gávukort
Handilsvinnufelagið

Talgild gávukort, tilboð og sølufremjandi átøk

17. november. 2025 | Tíðindi | Handilsvinna

Talgilt gávukort, ja-takk tilboð og ávirkarar á Instagram – hvat er loyvt, og hvat er ikki? Fá greiði á reglum og góðum ráðum frá Brúkaraumboðnum

25. november kl. 14:30 skipar Handilsvinnufelagið fyri limatiltaki, har Brúkaraumboðið fer at greiða frá reglunum um talgild gávukort, tilboð og sølufremjandi átøk, og hvat handilsvinnan eigur at vera serliga varin við.

Talgild gávukort verða alsamt meira brúkt, men við teimum fylgja eisini ávísar treytir. Ein týðandi spurningur er, nær talan er um eitt talgilt gávukort, og nær tað ikki er talan um eitt slíkt. Hetta verður eitt av evnunum, sum Brúkaraumboðið fer at lýsa nærri á tiltakinum.

Somuleiðis fer Brúkaraumboðið at greiða frá reglunum um tilboð:

  • Hvørjar treytir skulu vera loknar, áðrenn ein vøra kann marknaðarførast sum tilboð?
  • Nær kann handilsvinnan brúka orðið tilboð í sínum samskifti?
  • Og eru ja takk-tilboð og vanlig tilboð tað sama?

Afturat hesum verður farið ígjøgnum reglurnar um sølufremjandi átøk hjá fyritøkum – t.d. kappingar á sosialum miðlum, samstarv við ávirkarar og onnur tiltøk, sum skulu lúka ávís krøv sambært lógini.

Luttakarar fáa eisini møguleika at seta Brúkaraumboðnum spurningar.

Hvar: Í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, Havn

Nær: 25. november kl. 14.30-16.00

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)