Skærmbillede 2023 05 30 120113

Talgildu Føroyar 2.0 skal gagna samfelagnum sum heild

10. februar. 2025 | Tíðindi

Í hoyringarsvari til lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0 mælir KT-felagið til at seta brúkararáð á stovn, sum kann tryggja, at brúkaravinsemi verður raðfest bæði fyri borgara og vinnu.

KT-felagið tekur undir við týdninginum av talgilding og fegnast um, at fleiri av tilmælunum hjá Vakstrarforum eru tikin við í lógaruppskotið um Talgildu Føroyar 2.0. Samstundis peikar felagið á fleiri týdningarmikil viðurskifti, sum eiga at vera tikin í álvara fyri at tryggja ein munagóðan og brúkaravinarligan almennan geira:

  • P-talið: KT-felagið mælir til, at p-talið verður frígivið við trygdartiltøkum, sum tryggja borgarum innlit í, hvussu teirra upplýsingar verða brúktar. Um hetta ikki verður gjørt, fer tað at føra til óskipaðar loysnir, har borgarin onki innlit hevur.
  • Brúkararáð og brúkaravinsemi: KT-felagið heldur, at tað er neyðugt at stovna eitt brúkararáð fyri Talgildu Føroyar. Ráðið eigur at hava umboð fyri ymiskar samfelagsbólkar, eitt nú pensionistar, studentar, KT-serkøn og partarnir á arbeiðmarknaðinum. Endamálið er at tryggja, at viðkomandi bólkar verða hoyrdir í menningartilgongdini.
  • Eftirmeting av Talgildu Føroyum: KT- felagið mælir til, at eftirmeting verður gjørd av verkætlanini. Tað er týdningarmikið, at vit viðgera tey val, ið eru gjørd, og meta um, hvørt tey hava verið røtt. Hetta inniber gjølla endurskoðan av KT-arkitekturinum fyri at tryggja, at avgerðirnar ikki bert eru hóskandi fyri hesa serstøku verkætlan, men eisini gagna føroyska samfelagnum sum heild.
  • Føroyskar loysnir: KT-felagið leggur dent á týdningin at brúka føroyskar veitarar í talgildingini. Hetta kann millum annað gagna føroyska búskapinum, at vitanin verður varðveitt í Føroyum og minka útreiðslurnar í longdini.

Les alt hoyringarsvarið hjá KT-felagnum her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)