Arbeiðsmarknaður

Talið á útlendskum ríkisborgarum økist skjótt í Íslandi

21. august. 2023 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Talið á útlenskum ríkisborgarum í Íslandi øktist seinastu 8 mánaðirnar við 6.665 persónum, og eru nú tilsamans 71.250 útlendskir ríkisborgarar í Íslandi. Vøksturin seinastu 8 mánaðirnar var 10,3 %.

Til samanberingar eru í Føroyum góðir 3.000 persónar við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum.

Ísland hevur eins og nógv onnur lond í Evropa stóran tørv á starvsfólki, og hóast talið á fólki við íslendskum uppruna eisini vaks, er starvsfólkatørvurin framvegis stórur og væntast at økjast komandi árini. Bara í teimum sonevndu innovatiónsdrivnu fyritøkunum væntast at mangla 9.000 serfrøðingar komandi 5 árini.

Kelda: RUV og Hagstova Føroya

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737