Talið av trotabúgvum í Danmark ikki verið hægri í meira enn 30 ár.

08. mars. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Talið av trotabúgvum í Danmark í februar var 581, vísa nýggj hagtøl frá Danmarks Statistik. Fleiri av fyritøkunum eru framvegis í eini “kreditklemmu” og fer tað, at gera tað ómøguligt hjá fleiri teirra at koma ígjøgnum eitt møguligt tíðarskeið við fallandi umsetningi, skrivar Dansk Erhverv á teirra heimasíðu.

Talið av trotabúgvum hevur ikki verið hægri í meiri enn 30 ár, og er tað eingin ivi um, at kreppan í dag er nógv meira umfatandi enn ein vanligur lágkonjunkturur, sigur Jens Brendstrup, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Erhverv.
“Tað er púra rætt, at danska bruttotjóðarúrtøkan hevur verið spakuliga vaksandi teir seinastu ársfjóðringarnar. Men fyri tær fyritøkur, sum akkurat hava klárað at komið ígjøgnum seinasta 1½ árið, er hendan hækking als ikki nokk. Høga talið á trotabúgvum fer væntandi at halda fram við eini ávísari tíðarseinking, líka sum tað hevur gjørt við tvingsilssølum og einum hækkandi arbeiðsloysi”, greiðir hann frá.
Kreditklemman ger tað ómøguligt at yvirliva
“Tað er væl møguligt, at Danmark, tekniskt sæð, ikki longur er í eini “recessiónini”. Men um hugt verður at hesum “indikatorum” sæst ein onnur mynd”, greiður Jens Brendstrup frá.
“Tað er eitt samanfall av lágari nýtslu og manglandi gjaldførið, sum hevur við sær tey høgu tølini av trotabúgvum. Fleiri av limunum í Dansk Erhverv eru í eini kreditklemmu, sum ger tað ómøguligt at koma ígjøgnum eitt tíðarskeið afturat við minkandi umsetningi” greiður hann frá.
Eisini í Føroyum er gongdin skeiv. Nýggjastu vegleiðandi tølini frá Skráseting Føroya vísa somu gongd.
Í 2008 var talið á trotabúgvum 24, meðan tað í 2009 var 108. Fyrstu tríggir mánaðirnir eru 11 feløg tikin undir trotabúgvaviðgerð.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

    Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    EFTA Hari4680
  3. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768