Temadagur um útbjóðing av ráðgeving við Charlotte Nørbak, COWI

17. oktober. 2012 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

29. oktober 2012 verður temadagur um útbjóðing av ráðgeving fyri øllum áhugaðum.

Útbjóðingarleisturin, ið verður umrøddur, byggir á danskt átak um virðisøking í byggitilgongdini. Átakið snýr seg um menning av allari byggitilgongdini, har millum annað ljós verður varpað á treytir, ið verða settar í sambandi við útbjóðing og samstarvið millum mongu partarnar í einari byggitilgongd. Meira kann lesast á www.vaerdibygg.dk

Temadagurin verður mánadagin 29. oktober 2012 kl. 09.00 – 16.00 á Hotel Føroyum.

Millum annað verður umrøtt:

  • Útbjóðingarhættir

  • Prískapping

  • Onnur virðir, ið eiga at setast sum treytir í sambandi við útbjóðing

  • Betri skipan av døming

Fyrilestrahaldari verður Charlotte Nørbak, varastjóri hjá COWI. Charlotte Nørbak er royndur fyrilestrahaldari umframt, at hon hevur drúgvar royndir sum byggiharraráðgevi í Føroyum og aðrastaðni.

Tekning fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto nr. 9181 128.220.6. í Eik. Luttøkugjaldið er kr. 2.000,-. Freist at gjalda er mánadagin 22. oktober. 

Tiltakið er ætlað øllum, ið varða av byggiverkætlanum í almennu umsitingini og privatu vinnuni, og øðrum við áhuga fyri bygging og útbjóðing.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)