Temadagur um útbjóðing av ráðgeving við Rolf Simonsen, Værdibyg og Charlotte Nørbak, COWI

10. desember. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

29. januar 2013 verður temadagur um útbjóðing av ráðgeving fyri øllum áhugaðum.

Útbjóðingarleisturin, ið verður umrøddur, byggir á danskt átak um virðisøking í byggitilgongdini. Átakið snýr seg um menning av allari byggitilgongdini, har millum annað ljós verður varpað á treytir, ið verða settar í sambandi við útbjóðing og samstarv millum mongu partarnar í einari byggitilgongd. Meira kann lesast á www.vaerdibyg.dk

Temadagurin verður týsdagin 29. januar 2013 kl. 09.00 – 15.00 á Hotel Føroyum.

Á skránni verður:

-Kjak um hví onnur viðurskifti enn prísurin eiga at ávirka tillutan av arbeiðum.

-Kunning um Værdibyg

-Góðska sum eitt av avgerandi krøvunum í sambandi við tillutan av arbeiðum.

Fyrilestrahaldarar verða:

Rolf Simonsen, (Sivilverkfr., Ph.D.) dagligur leiðari fyri “Værdibyg”. Hann hevur fleiri ára royndir við  bygging og hevur ml.a. verið leiðari í Lean Construction-DK.

Charlotte Nørbak, (Akademiverkfr.) varastjóri hjá COWI. Charlotte Nørbak er royndur fyrilestrahaldari, umframt at hon hevur drúgvar royndir sum byggiharraráðgevi í Føroyum og aðrastaðni.

Tekning fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto nr. 9181 128.220.6. í Eik. Luttøkugjaldið er kr. 2.000,-. Freist at gjalda er fríggjadagin 11. januar.

Tiltakið er ætlað øllum, ið varða av byggiverkætlanum í almennu umsitingini og privatu vinnuni, og øðrum við áhuga fyri bygging og útbjóðing. 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737