Thetis hevur fingið heiðurin sum ársins Vinnuátak 2021

01. oktober. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á ársins Vinnudegi, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í dag, varð ársins Vinnuátak kosið. Heiðurin í ár fekk Thetis.

Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2021. Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag, sæst her.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)