Hiddenfjord Polarfilms
Havbúnaðarfelagið

Tíðin er búgvin til at loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv

03. november. 2025 | Tíðindi

Havbúnaðarfelagið heitir á myndugleikarnar um at vísa álit á fakligu vinnuna og loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv – undir skipaðum eftirliti og greiðum reglum

Føroyska samfelagið er á veg móti størri vinnufrælsi. Nú verður lagt upp fyri at loyva matstovum at innflyta rúsdrekka sjálvar. Hetta er eitt djarvt stig og eitt tekin um, at vinnulívið eigur at kunna umsita síni egnu viðurskifti heldur enn at vera bundin av almennum monopoli.

Sami hugsanarháttur eigur at fevna um alivinnuna. Í dag er allur innflutningur av heilivági og líknandi vørum lagdur undir eina apoteksliga skipan, har ein almenn miðstøð hevur altavgerandi leiklut. Tað merkir, at fyritøkur, sum longu lúka hægstu altjóða krøvini til dygd, trygd og eftirlit, ikki kunnu røkja innflutningin sjálvar.

Í hoyringarsvari í august staðfesti Havbúnaðarfelagið, at apoteksliga skipanin í roynd og veru bert er ein fordýrandi millumliður, sum viknar um kappingarførið hjá alivinnuni.

Alivinnan hevur fakliga førleikan
Tí spyr Havbúnaðarfelagið, hví vit ikki eisini taka næsta logiska stigið og loyva alivinnuni at standa fyri innflutningi av heilivági, sum hon longu hevur fakligan førleika til.

“Tað gevur lítla meining, at ein so væl skipað og altjóða góðkend vinna sum alivinnan ikki kann røkja sín egna innflutning”, sigur Regin Jacobsen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum.

“Vit tosa um fyritøkur við strongum dygdarskipanum, altjóða sertifiseringum og støðugum eftirliti. Kortini skulu tær bíða eftir, at onnur miðla vørur, tær longu hava fakliga førleikan at handfara sjálvar”.

Felagið heldur, at góðkendar alifyritøkur undir eftirliti frá viðkomandi myndugleikum eiga at kunna fáa loyvi til sjálvsinnflutning. Tað hevði givið skjótari og tryggari atgongd, styrkt kappingarføri og nýhugsan og lætt um fyrisitingina hjá bæði vinnu og myndugleikum.

“Hetta snýr seg ikki um at minka um eftirlit, men at seta ábyrgdina har, ið fakligi førleikin longu er”, leggur Regin afturat.

Álit fremur vøkstur
Grundtónin er hin sami sum í uppskotinum um matstovurnar. Myndugleikin eigur at hava álit á, at føroyskar vinnur kunnu taka ábyrgd sjálvar undir greiðum og skilagóðum reglum.

“Vit mugu hava álit á okkara egnu vinnum. Føroyska alivinnan stendur seg væl í altjóða kapping, tí hon setur dygd og ábyrgd fremst. Tað eigur eisini at síggjast aftur í lógum og skipanum heima”, sigur Regin.

Havbúnaðarfelagið heldur tí, at tað næsta natúrliga stigið er at loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv. Tað hevði verið eitt skilagott framstig móti eini fjølbroyttari, kappingarførari og sjálvbjargnari framtíð.

“Hetta er ikki ein radikal broyting, men eitt logiskt framstig. Tíðin er búgvin til at flyta ábyrgdina har, hon hoyrir heima”, sigur Regin at enda.

Annað á breddanum

  1. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  2. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Sulisisut í Grønlandi og Vinnuhúsið styrkja samstarvið

    Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum

    05. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    20261001 195627317 Ios