Arbeiðsmegi
Føroya Handverksmeistarafelag

Tíðindaskriv frá Føroya Handverksmeistarafelag

07. juni. 2024 | Tíðindi | Handverk og ídnaður | Sáttmálasamráðingar

Føroya Handverksmeistarafelag tekur ikki undir við avgerðini hjá Føroya Kærustovni í sambandi við útboðið av svimjihøllini hjá Runavíkar Kommunu.

Nevndin hjá Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt málið og undrast á, at Kærustovnurin skúgvar til viks greiðar ásetingar í útboðslógini um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum. Tað er okkara fatan, at føroyska málið eigur at virðast í øllum útboðum, og at Kærustovnurin við hesi avgerð leggur eina ógreiða og óhepna kós fyri framtíðar útboð.

Eisini undrast Føroya Handverksmeistarafelag á, at Runavíkar Kommuna ikki valdi at útseta útboðið í 14 dagar, soleiðis sum Føroya Handverksmeistarafelag heitti á kommununa um at gera. Við eini útseting hevði Runavíkar kommuna kunnað rættað teir fáu, men avgerandi feilirnar í útboðstilfarinum. Hetta hevði tryggjað, at fyritøkurnar kundu havt eitt javnbjóðis og rímiligt kappingargrundarlag soleiðis, at kommunan eisini fekk eina veruliga prískapping um bygging av svimjihøllini.

Føroya Handverksmeistarafelag staðfestir eisini, at útboðstilfarið var í beinleiðis stríð við undirskrivaðu avtaluna um útboðstilfar millum Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtak Føroya, har Runavíkar Kommuna eisini er limur. Henda avtalan skal tryggja, at øll útboð verða fyrireikað og framd á ein hátt, sum er í samsvari við galdandi lógir, reglur og avtalur.

Við hesum vilja vit kunngera, at Føroya Handverksmeistarafelag ikki kann góðtaka avgerðina hjá Kærustovninum og fer í rættin við málinum.

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag

Annað á breddanum

  1. Hvør skal fáa heiðurin Vinnuátakið 2026?

    Heiðurin Vinnuátakið 2026 verður latin á Vinnudegnum 18. september, og nú kanst tú tilnevna. Uppskot skulu sendast í seinasta lagi 20. juli

    22. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    250919 Vinnudagurin CO Web 1
  2. Fleiri skulu fáa møguleika á arbeiðsmarknaðinum

    Greið kunning og smidligar skipanir kunnu gera tað lættari hjá fyritøkum at skapa arbeiðspláss, har rúm er fyri ymiskleika

    22. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 7758
  3. FM fyri handverkslærlingar verður í Klaksvík í 2027

    Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027

    22. juni. 2026 | Handverk og ídnaður
    R4A2365 Enhanced NR