Áskoðan Vika 16
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Til lukku og blíðan byr til nýggja landsstýrið

13. apríl. 2026 | Áskoðan

Vinnuhúsið ynskir nýggju samgonguni og landsstýrinum blíðan byr við arbeiðinum komandi árini og vónar, at kappingarføri og størri nýskipanir fara at mynda dagsskránna

Eitt nýtt landsstýri hevur tikið við landsins leiðslu. Samgongusamráðingarnar gingu skjótt, og vónandi gongur tað eins skjótt at koma í arbeiðshandskarar í nýggja landsstýrinum. Tí avbjóðingarnar eru stórar og nógvar, bæði her heima hjá okkum og úti í heimi.

Altjóða avbjóðingar krevja góðar karmar og neyva stýring
Summar avbjóðingar hevur nýggja samgongan onga ávirkan á, serliga altjóða viðurskifti. Tá er uppgávan at tryggja, at bæði føroyski búskapurin og landskassin eru væl brynjaðir, so hendingarnar úti í heimi ikki fáa størri ávirkan enn neyðugt hjá okkum í Føroyum.

Samgongan kann ikki stýra altjóða leiðarum. Hon kann ikki stýra krígnum í Ukraina ella í Miðeystri. Hon kann ikki stýra sveiggjum í oljuprísinum ella rentustøðinum. Men hon kann stýra karmunum hjá føroysku vinnuni.

Um føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, skapa tær virði. Og tá kann landskassin bera meira. Um fyritøkurnar hinvegin missa kappingarførið, hvørvur grundarlagið spakuliga.

Og tað ber til at stýra landshúsarhaldinum. Um almenni raksturin er mótstøðuførur og langtíðarhaldførur, ber til at lofta teimum avbjóðingum, sum koma, uttan at tað fær alt ov ógvusligar avleiðingar fyri samfelagið.

Tí eru hyggjuráðini at byrja við at spyrja: “Hvat kunnu vit bera?” fyri síðani at kunna svara spurninginum: “Hvat kunnu vit lova?”

Heimligar avbjóðingar krevja nýskipanir
Ikki allar avbjóðingar koma úti úr heimi. Summar avbjóðingar kunnu vit sjálvi loysa. Listin yvir avbjóðingar og átøk er langur, men tær stóru samfelagsavbjóðingarnar krevja størri nýskipanir á fleiri økjum:

  • Gera Føroyar lokkandi sum stað hjá ungum fólki at búgva og virka í
  • Fáa skikkað starvsfólk til samfelagstørvin
  • Fleiri og meira fjølbroyttar bústaðir
  • Betri marknaðaratgongd fyri okkara vørur og tænastur
  • Fáa ferð á grøna orkuskiftið
  • Effektivisera almenna raksturin

Vinnuhúsið ynskir samgonguni blíðan byr og góðan arbeiðshug. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri tí.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4