Tilfeingisskattur vs búskapargrunnur

23. apríl. 2012 | Áskoðan

Tilfeingisskattur eigur at verða lagdur í Búskapargrunn!

Eitt av stórpolitisku málunum seinastu tíðina er spurningurin um tilfeingisgjald/skatt fyri fiskatilfeingi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at tilfeingisvinnan skal gjalda tilfeingisskatt, tí vinnan hevur atgongd til eitt avmarkað tilfeingið, sum ger, at vinnan kann fáa ein óvanligan meirvinning burturúr.

Viðvíkjandi eini skipan at áleggja tilfeingisgjald/skatt, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at ásetingin av einum møguligum gjaldi má taka støði í einum staðfestum meirvinningi, tí annars er ikki talan um at skatta tilfeingisrentuna.

Í vikuni er komið fram, at ætlanir eru um at heinta ein tilfeinigsskatt inn umvegis eitt avgjald á fiskaðan makrel. Ætlanin er, at hetta skal verða ein fyribilsskipan, sum skal avloysast av aðrari skipan, sum fevnir um alt frá 1. jan. 2013.

Tað, sum ørkymlar Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at landsstýrið ætlar at oyramerkja peningin, sum kemur frá tilfeingisskattinum til ávís endamál. Hesum tekur felagið als ikki undir við. Um ætlanin er at skatta tilfeingisrentuna eigur peningurin at verða settur í ein búskapargrunn, sum við tíðini kann kann virka stabiliserandi fyri føroyska búskapinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er ein vandakós, at inntøkur fyri tilfeingi verða nýttar sum afturvendandi fíggingargrundarlag fyri almenna raksturin. Vandi kann vera fyri, at atlit serliga verða tikin til inntøkurnar á fíggjarlógini fyri komandi árið, heldur enn at tryggja eina burðardygga veiðu. Stór sveiggj kunnu vera í inntøkum frá tilfeingi ár undan ári, og tað verður tí torført at gera langtíðar fíggjarætlanir har inntøkurnar frá tilfeingisskatti er føst upphædd.

Tað má ikki henda, at politiska skipanin fer at tillaga tilfeinigsskattini alt eftir, hvat restar í fyri at fáa endarnar at røkka saman í almenna landshúsarhaldinum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737