1
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

15. august. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

Fríggjadagin 18. september verður Vinnudagurin 2026 hildin í Norðurlandahúsinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri tiltakinum, sum á hvørjum ári savnar fólk úr vinnulívinum til ein dag við íblástri, fakligum íkasti og netverkan.

Tilmeldingin letur upp týsdagin 18. august fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgunum.

Eins og undanfarin ár verður nógv gjørt burtur úr bæði kørmunum og skránni. Dagurin byrjar í Norðurlandahúsinum við framløgum og øðrum innsløgum, og tá ið fakligi parturin er av, verður veitsla á Hotel Føroyum.

Vinnudagurin er gott høvi hjá fólkum tvørtur um vinnugreinar og áhugamál at hittast, fáa nýggjan íblástur og knýta sambond. Á skránni verður hugt bæði aftur á gongdina í vinnulívinum, at teimum avbjóðingum og møguleikum, sum eru í dag, og fram móti tí, sum bíðar vinnuni.

Á Vinnudegnum verða eisini heiðurslønirnar Ársins Virki og Vinnuátakið latnar.

Skráin fyri Vinnudagin 2026 verður almannakunngjørd í næstu viku. Á skránni eru fleiri áhugaverdar og viðkomandi framløgur.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)