29Sep23 84A1179
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tilmeldingin til Vinnudagin letur upp um eina viku

12. august. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Norðurlandahúsið er aftur karmur um ársins Vinnudag, og týsdagin um eina viku kunnu limir tryggja sær pláss, tá ið tilmeldingin letur upp

Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess til Vinnudagin 2025. Tiltakið, sum er hátíðardagur vinnunnar, verður hildið fríggjadagin 19. september í Norðurlandahúsinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri tiltakinum, og eins og undanfarin ár verða karmarnir serstakir og skráin fjølbroytt og spennandi. Tá ið fyrilestrarnir eru av í Norðurlandahúsinum, verður skipað fyri veitslu í hølunum hjá Dansifrøi, sum verður umskapað og endavent til høvið.

 

Vinnudagurin er hátíðardagur vinnunnar, har fólk tvørtur um vinnugreinar og áhugamál hittast til íblástur og netverkan. Tað verður hugsað bæði í tátíð, nútíð og framtíð, og á degnum verða heiðurslønirnar Ársins Virki og Vinnuátakið latnar.

Skráin fyri Vinnudagin 2025 verður almannakunngjørd í næstu viku, og á skránni eru nógvar áhugaverdar og viðkomandi framløgur.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin verður 17. september næsta ár

    Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum, sum verður aftur 17. september næsta ár

    22. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnudagurin 2026 Web 086
  2. Útbúgving til KT-supportara á gáttini

    Nú eru útlit fyri, at fyrstu næmingarnir kunnu byrja longu fyrst í november. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti útbúgvingini

    22. september. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Tiltak: Hvussu kunnu vit byggja meira burðardygt?

    Kom og fá innlit í, hvussu fyritøkur kunnu brúka LCA (Life Cycle Assessment) til at taka betri avgerðir um tilfarsval og byggja meira burðardygt í Føroyum

    22. september. 2026 | Handverk og ídnaður
    Mynd Tiltak Lca