Melda Til
Ferðavinnufelagið

Tilnevningar til heiðursbrøv í ferðavinnuni

14. oktober. 2024 | Tíðindi | Ferðavinna

Á árligu Ferðavinnustevnuni, sum í ár er á Hotel Føroyum tann 8. november, verða heiðursbrøv handað ársins ferðavinnufólki, ársins eldsál og ársins nýbroti.

Send tilnevningar inn
Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast til industry@industry.fo.  Freistin at senda tilnevningar inn er mánadagin 21. oktober.

Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Heiðursbrævabólkarnir: 

Ársins ferðavinnufólk
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk, sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Ársins eldsál
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Ársins nýbrot
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Á Ferðavinnustevnuni 2023 vórðu heiðursbrøv handað Karini Visth, Ársins ferðavinnufólk, ”Við Peter Pan til Neverland” við Seatravel, Regini W. Dalsgaard, Ársins nýbrot og Samsoni Højgaard við boat.fo, Ársins Eldsál:

Melda til Ferðavinnustevnuna 2024:

Vinnarar higartil eru:
2016
Ungt stjørnuskot í ferðavinnuni
Poul Andrias Ziska
Ársins leiðari í ferðavinnuni
Johannes Jensen
Átøk fyri burðardygd í ferðavinnuni
Ríð & Et
Nýskpan í ferðavinnuni
Bindifestivalurin í Fuglafirði
Ársins ”It’s all about people” prísur – ein eldsál í ferðavinnuni
Sámal Bláhamar
2017
Ársins ferðavinnufólk
Nancy Justinussen
Ársing nýbrot
Visit Nólsoy
Ársins eldsál
Eirik Suni Danielsen
Serlight heiðursrbæv
Maria á Lofti
2018
Ársins ferðavinnufólk
Pól Sundskarð
Ársing nýbrot
Óli Kristian á Torkilsheyggi/Navia
Ársins eldsál
John Mikkelsen
Serligt heiðursbræv
Ingigerð á Trøðni
2019
Ársins ferðavinnufólk
Tórstein Christiansen
Ársing nýbrot
KOKS
Ársins eldsál
Halda Juul Olsen
2021
Ársins ferðavinnufólk
Sunniva Arge
Ársing nýbrot
Norröna
Ársins eldsál
Tummas Láadal
2022
Ársins ferðavinnufólk
Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi
Ársing nýbrot
Tjørnuvíkarleiðin hjá Sunda Kommunu
Ársins eldsál
Hans Esbern Heinesen úr Tjørnuvík
2023
Ársins ferðavinnufólk
Karin Visth
Ársing nýbrot
”Við Peter Pan til Neverland” við Seatravel, Regin W. Dalsgaard
Ársins eldsál
Samson Højgaard við boat.fo

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)