Mynd Tiltak Lca
Føroya Handverksmeistarafelag

Tiltak: Hvussu kunnu vit byggja meira burðardygt?

22. september. 2026 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Kom og fá innlit í, hvussu fyritøkur kunnu brúka LCA (Life Cycle Assessment) til at taka betri avgerðir um tilfarsval og byggja meira burðardygt í Føroyum

Netverkið Varandi Vinna og Føroya Handverksmeistarafelag seta sjóneykuna á LCA, sum er eitt amboð, ið ger tað møguligt at meta um umhvørvisávirkanina av tilfari.

Á tiltakinum fer Jón Jacobsen, umhvørvisverkfrøðingur við drúgvum royndum í LCA-greiningum, at greiða frá, hvussu vit í kunnu brúka LCA til at taka væl grundaðar avgerðir um tilfarsval og á tann hátt byggja meira burðardygt.

Endamálið er at geva luttakarunum grundleggjandi innlit í, hvat LCA er, og hvussu úrslitini kunnu tulkast og brúkast.

Luttakararnir fáa eisini innlit í munin á LCA og EPD (Environmental Product Declaration) og í, hvussu hesi verða brúkt í verki; eitt nú í projektering, útboðstilfari og krøvum til innkeyp.

Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum pørtum í byggivinnuni - eitt nú byggiharrum, ráðgevum og arbeiðstakarum.

Stað: Vinnuhúsið
Dagur: 8. oktober 2026
Klokkan: 14.00–15.30

Melda til her: 

 

Vinarliga útfyll teigarnar niðanfyri:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios