Tiltak um burðardygd í Vinnuhúsinum hósdagin 20. januar kl. 14

17. januar. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stjórin í Finans Norge, Idar Kreuzer, fer komandi hósdag tann 20. januar kl. 14 at leggja fram í Vinnuhúsinum um burðardygd. Í framløguni verður dentur lagdur á ES Taxonomiina, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis fer at ávirka føroyskar fyritøkur.

Idar Kreuzer hevur drúgvar royndir og holla vitan innan arbeiði við burðardygd, bæði í Noregi og altjóða. Hann er kendur sum ein inspirerandi framløguhaldari innan evnið.

Les meira um tiltakið og drúgva bakgrund hansara her

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til tiltakið á industry@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737