Tiltak um íslendska marknaðin verður í Vinnuhúsinum hósdagin 1. okt. kl. 14

28. september. 2020 | Tíðindi | Samhandil

Seinasta freist at tekna seg til tiltakið er í morgin týsdagin 29. sept. kl. 12. Tiltakið verður eisini stroymt.

Hósdagin 1. oktober kl. 14.00 fara fyrrverandi føroyski sendimaðurin í Reykjavík, Petur Petersen, og íslendski sendimaðurin í Føroyum, Benedikt Jónsson, at greiða frá um møguleikar og avbjóðingar á íslendska marknaðinum.

Tiltakið verður í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7. Tiltakið verður eisini stroymt, so møguleiki er at hoyra framløgur og spurningar, hóast tað ikki skuldi ligið fyri at komið í Vinnuhúsið.

Almennu tilmælini fyri at fyribyrgja smittuspjaðing verða fylgd í sambandi við tiltakið, og tí er neyðugt at tekna seg til tiltakið frammanundan. Eisini er neyðugt at tekna seg, um man ynskir at fáa eitt leinki til stroymingina.

Tað ber til at tekna seg til tiltakið við at senda ein teldupost til industry@industry.fo við upplýsingunum um navn á luttakara, teldupostadressu og navn á fyritøku, ella við at ringja 309900.

Freistin at tekna seg er í morgin týsdagin 29. september kl. 12.

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737