Tiltak um Risk Management og betran av váðastøðuni

27. apríl. 2011 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Hósdagin tann 12. mai 2011 skipar Vinnuhúsið fyri tiltaki um Risk Management á Hotel Hafnia. Tiltakið varðar frá kl. 9 til 12. Frá kl. 8.30 kunnu luttakarar fáa eitt lætt morgunábit, áðrenn tiltakið byrjar.

Í eini tíð, har tað er avgerandi, at allir útreiðslupostar eru væl trimmaðir, kann tað vísa seg at gerast ein kostnaðarmikil lærdómur ikki at hava eina rætta mynd av samlaðu váðastøðuni.
Fyritøkur, sum nýta Risk Management í sínum dagliga arbeiði, koma at greiða frá, hvussu tær hava fingið eina betri váðastøðu.
Nógv er at vinna við at betra um váðastøðuna. T.d.:
- Størri tryggleiki og betur fíggjarligur dekningur
- sparingar í útreiðslum og betur rakstur,
- kunna arbeiða meira miðvíst við tí, ein er best til og
- vera til reiðar til framtíðar avbjóðingar og váðar.
Vinnuhúsið hevur bjóðað Allan Skaalum, sum arbeiðir sum ráðgevi innan Risk Management, og Ali Celebi, sum er óheftur tryggingarráðgevi og tryggingarmeklari, at koma at greiða frá, hvussu ein váðalýsing kann gerast, og hvussu váðastøðan kann betrast. Eisini kemur William Smith, viðlíkahaldsleiðari hjá Atlantic Airways, og John Andersen, risikosamskipari hjá Odense kommunu, at greiða frá, hvussu teir handfara váðastýringina í teirra arbeiði.
Tiltakið er ætlað stjórum og leiðarum í privatu vinnuni umframt almennum og kommunalum stjórum og leiðarum.
Kostnaður fyri limir er kr. 499,- Fyri ikki limir kr. 600,-

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)