Handil
Handilsvinnufelagið

Tiltak um stuldur

23. oktober. 2023 | Tiltak

Hósdagin 2. november skipar Handsvinnufelagið fyri kunnandi tiltaki um vaksandi trupulleikan við stuldri

Hósdagin 2. november skipar Handsvinnufelagið fyri kunnandi tiltaki um vaksandi trupulleikan við stuldri. Undir tiltakinum fara limirnir hjá Handilsvinnufelagnum at fáa nøkur ítøkilig amboð til at handfara trupulleikan.

Føroya Politi, Dátueftirlitið og vinnan fara at greiða frá, hvørjar avbjóðingar eru í sambandi við stuldur, hvussu ein fyritøka handfer trupulleikan og hvørjar treytir eru galdandi í sambandi við at brúka eitt nú vakmyndatól sum amboð at fyribyrgja stuldur.

Tilmelding:

Innbjóðing til tiltakið er send til limirnar í Handilsvinnufelagnum. Um limur ikki hevur fingið innbjóðingina sendandi á telduposti, so kunnu tit seta tykkum í samband við Alva Hjelm á telefon +298 739908 ella á teldupost alvi@industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)