Vinnuhusid 4
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tørvur á broytingum í fíggjarpolitiska regluverkinum

21. oktober. 2025 | Tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk loksins er sent til hoyringar. Samstundis vísir felagið á, at fleiri broytingar eru neyðugar, um regluverkið skal røkka endamálinum

Herfyri sendi Fíggjarmálaráðið uppskot til fíggjarpolitiskt regluverk til hoyringar. Endamálið er at tálma útreiðsluvøksturin hjá tí almenna. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur í sínum hoyringssvari undir við, at tørvur er á at tálma útreiðsluvøkstrinum, men vísir samstundis á, at uppskotið hevur ávísar veikleikar. 

Harumframt heldur felagið, at uppskotið ikki kann standa einsamalt, men at aðrar reglur eisini eiga at verða settar í verk.

Ikki nóg tálmandi
Uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum er rættiliga einfalt. Lønarútreiðslurnar kunnu ikki vaksa skjótari enn lønarkarmin + 1%, meðan útreiðslur til keyp av vørum og tænastum ikki kunnu vaksa skjótari enn vøksturin í brúkaraprístalinum + 1%.

Hóast hetta í summum førum kann tálma útreiðsluvøksturin nakað, er størsti trupulleikin, at skipanin ikki virkar tálmandi fyri lønargongdina. Um lønarkarmurin t.d. hækkar 2%, kunnu samlaðu lønarútreiðslurnar hækka  3 % í mun til árið fyri. Hækkar lønarkarmurin 3%, kunnu samlaðu lønarútreiðslurnar hækka 4% - og so framvegis. Hetta virkar ikki nóg tálmandi.

Trupulleikin er eisini, at tað er ikki vist, at inntøkur landskassans hækka í sama mun.

Uppskot um aðra skipan
Føroya Arbeiðsgevarafelag skjýtur í staðin upp eina aðra skipan, har útreiðslur landskassans verða avmarkaðar av miðalinntøkuni undanfarnu árini + eina prosenthækking.

Um vit til dømis velja at rokna miðalinntøkurnar hjá landskassanum undanfarnu fýra árini + 3%, verður almenna útreiðslugongdin bæði javnari og meira tálmað.

Í myndini niðanfyri sæst roknidømi, sum vísir, hvussu slík regla hevði ávirkað almennu uppsparingina, um hon var sett í verk í 2004, og alt annað var líka. Tó kann gongdin í útreiðslum landskassans eisini ávirka inntøkurnar, so hetta roknidømið er meira ætlað at vísa eina gongd.


Mynd: Ávirkan á samlaðu uppsparingina 2004-24

Myndin vísir, at heldur enn at hava eina negativa uppsparing í bestu tíðum – sum vit hava havt seinastu 20 árini - hevði við avmarkingini, sum Føroyar Arbeiðsgevarafelag skjýtur upp, verið talan um eina munandi uppsparing. Júst hvussu stór hon hevði verið, er torført at siga akkurát, men fleiri milliardir høvdu verið á muni. Í roknidøminum er munurin 7,5 milliardir.

Tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Samanumtikið hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesi tilmæli til uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk:

  • Broytið avmarkingina fyri útreiðsluvøksturin, so størri trekleiki verður bygdur inn í skipanina heldur enn bara at grunda tað á eitt ár. Víst verður til roknidømið omanfyri. Um Fíggjarmálaráðið heldur fast við, at lønarútreiðslurnar skulu grundast á ein árligan karm, hevði tað verið ein frægari loysn at brúkt privata lønarkarmin.
  • Leggið afturat eina fleirárliga strukturella javnvágsreglu, sum er reinsað fyri konjunktur-,  eingangs-, og skiftandi inntøkur frá avgjøldum á fiski- og alivinnu. T.d. at javnvág skal vera yvir eitt 5 ára skeið.
  • Gerið eina skipan fyri at handfara einaferðsinntøkur og inntøkur, sum vit av royndum vita eru serliga sveiggjandi; herundir inntøkur frá loyvis- og veiðigjøldum. Hesar eiga allar at fara í ein búskapargrunn, og ein regla eigur at verða fyri, hvussu útgjøld úr grunninum verða javnað yvir fleiri ár, t.d. 7 ár.
  • Gerið eina “golden rule”-áseting, sum avmarkar møguleikan at upptaka lán til rakstur. Hetta krevur eisini eina týðiliga definitión av, nær talan er um rakstur og løgu.

Í hesum sambandi vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringssvari á tað, sum sambært OECD er “best practice”.

Les alt hoyringssvarið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816