Tørvur er á arbeiðsmegi

15. juni. 2015 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

- og helst er tørvurin størri, enn vit geva okkum far um

Torført er at meta um nágreiniliga tørvin á arbeiðsmegi í Føroyum. Umframt sjónliga tørvin er lítið at ivast í, at tað eisini er ein fjaldur tørvur. Helst halda fyritøkur seg aftur við t.d. at bjóða uppá arbeiði, tá tær ikki vita, um tær kunnu fáa neyðuga arbeiðsmegina til uppgávuna.

Tað ger tó støðuna munandi betri, at tað við eini undangóðkenning nú ber til at fáa útlendingar úr ES-londunum lættari inn til Føroya.

Hetta er tó ikki nokk. Kapping um arbeiðsmegi er ikki bert í Føroum, men eisini í øllum okkara grannalondum. Hava vit strangara treytir enn grannalondini, so eru vit aftast í røðini um kapping um arbeiðsmegina, og hetta kann kosta okkum dýrt. Vit eiga framhaldandi at vera var við, at neyðugt er at seta við, eisini í Føroyum.  Sum vit væl vita, so er føroyski arbeiðsmarknaður opin, og føroyingar yvirhøvur flyta seg lættliga eftur nýggjum størvum – eisini um líknandi størv eru at fáa í Føroyum.

Tað er altíð trupult at meta um tørvin á arbeiðsmegi, men tað hevur týdning, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki bara skulu dúva uppá útlendska arbeiðsmegi. Hóast útlendsk arbeiðsmegi er vælkomin og tiltrongd, so hevur hetta málsligar, mentanarligar, útbúgvingarligar og aðrar avbjóðingar við sær.

Harafturat verða reglurnar fyri útlendska arbeiðsmegi herdar, um arbeiðsloysið fer upp um 3,5 %.  Í løtuni eru reglurnar nøktandi, men arbeitt eigur at verða fram móti, at skipanin, sum er galdandi í løtuni, verður galdandi uttan mun til arbeiðsloysi.

Vit eiga eisini framhaldandi at leggja okkum eftir at skipa okkum soleiðis, at tað er áhugavert og spennandi at starvast á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tí tørvurin minkar og vaksur sum tíðir fara, so er næstan altíð onkur vinnugrein, sum hevur tørv á serligum førleikum – frá føroyingum ella útlendingum.

Ein týdningarmikil partur av hesum er, at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður javnsettur við arbeiðsmarknaðirnar kring okkum. Vit eiga at hava ein opnan arbeiðsmarknað úteftir og inneftir – altíð. Tí hóast tørvurin ikki altíð er sjónligur, er lítið at ivast í, at hann er har – fyritøkur læra seg bara at handla soleiðis, at tær ikki koma í trupulleikar.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025