Tørvur er á nýggjari semingslóg

17. januar. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at verandi lóg als ikki hóskar til føroyska arbeiðsmarknaðin í dag.

Galdandi semingslóg er frá 1928 og er sostatt útvið 100 ára gomul. Tá lógin varð samtykt, var føroyski arbeiðsmarknaðurin bert privati arbeiðsmarknaðurin. Almennur arbeiðsmarknaður var eingin. Tí verður einki nevnt um almenna arbeiðsmarknaðin í lógini, og hetta hevur so viðført eina praksis, sum hevur við sær, at partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum nýta “privatar” semingsmenn, meðan partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum nýta “almennar” semingsmenn.
Privatir semingsmenn eru fólk, sum partarnir í aktuellu samráðingunum velja. Hesi kunnu sostatt verða ymisk frá ferð til ferð. Teirra arbeiði er at sammeta við konsulentarbeiði. Semingsmenninir, sum eru settir sambært lógini, eru valdir fyri 3 ár í senn. Ein semingsmaður er valdur og ein varasemingsmaður. Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum kunnu ikki velja aðrar semingsmenn. Hesir fáa eina fasta samsýning mánaðarliga og hava skyldu at taka á seg semingsuppgávur.
Uttan at taka nærri støðu til innihaldið í greinini í Sosialinum tann 12. januar um løn til semingsmenninar, so metir Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hetta týðiliga vísir, at støðan er ikki haldbar. Tað ber ikki til, at semingsmenn skulu vera fyri atfinningum, tí at skipanin, sum arbeitt verður undir, ikki er hin rætta.
Verandi semingslóg eigur tí m.a. av hesari orsøk avgjørt at verða endurskoðað, soleiðis at hon fer at fevna um allan arbeiðsmarknaðin, bæði almenna og privata. Sum nevnt fevnir hon ikki um almenna arbeiðsmarknaðin, og semingsmenninir, teir sum eru settir sambært lógini, hava mett, at heldur ikki partar av tí privata arbeiðsmarknaðinum eru fevndir av lógini.
Harafturat er semingsstovnurin veikur í verandi lóg. Ein semingsmaður og ein varasemingsmaður eru tilnevndir við lógini. Hesir røkja semingsmannagerningin við síðuna av dagliga arbeiði teirra. Tað merkir, at lítil og eingin søgulig kunning er til taks, og at meiri frameftirvent arbeiði ikki verður gjørt. Og hetta als ikki fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Ein veruligur semingsstovnur við egnari skrivstovu, t.d. á einum framtíðar arbeiðsmarknaðardepli, eigur at verða settur á stovn.
Vísandi til tað samfelagsgagnliga við einum vælvirkandi semingsstovni, er støða Føroya Arbeiðsgevarafelags, at tað er rættast, at landið fíggjar sjálvan semingsstovnin. Her verður hugsað um løn til semingsmenn, útreiðslur til skrivstovuhald, útreiðslur undir seming og líknandi.
Eitt verkfall ella eitt verkbann kunnu hava sera kostnaðarmiklar avleiðingar fyri alt samfelagið – bæði peningaliga og á annan hátt. Tað er tí ikki av tilvild, at semingslógin júst er ein lóg og ikki bert ein avtala millum arbeiðsmarknaðarpartarnar. Samfelagsliga er tað bæði gagnligt og sera týdningarmikið at hava eitt amboð og nakrar spælireglur, sum kunnu nýtast, tá ikki ber til hjá samráðandi feløgunum at koma á mál við egnari hjálp.
Inntil semja er funnin um eina nýggja semingslóg, má arbeiðsmarknaðurin - privati sum almenni - finna seg í, at hetta amboð og hesar spælireglur í løtuni ikki eru tey best hugsandi. Tíverri.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    26. august. 2025
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindum

    Um Føroyar skulu vinna á altjóða talvborðinum, mugu vit spæla okkara egnu leikir. Vit vinna ikki við at kopiera leikir hjá øðrum, tá ið tað ræður um at tryggja kappingarføri Føroya

    26. august. 2025
    2151476060
  3. Turið heldur fram sum forkvinna í AFF

    Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum hevur skipað seg við verandi nevnd

    26. august. 2025
    Aðalfundur AFF