Tollfríð søla á ferðaleiðum til Føroya

15. september. 2008 | Áskoðan

Fyri aðru ferð í ár er kjakið um tollfríu søluna á skránni. Undrunarvert er, at tað í Føroyum verður arbeitt við at avmarkað møguleikarnar hjá ferðavinnuni at hava karmar, sum kunnu gera tað áhugavert hjá ferðafólki at koma hendaveg.

Ferðavinnan er ein av heimsins størstu vinnum. Summi økir í heiminum hava karmar fyri hesari vinnu, sum á ongan hátt líkjast okkara, hvørki tá tað kemur til kostnaðarstøði ella á annan hátt. Tað hevur alstóran týdning, at Føroyar menna seg sum ferðavinnuland fyri at fáa part í tí búskapi, sum ferðavinnan er.
Kostnaðarstøðið um okkara leiðir er høgt. Tey ferðafólk, sum koma hendaveg mugu verða hampiliga væl fyri fíggjarliga fyri at velja Føroyar sum ferðamál. Kostnaðarstøðið yvirhøvur er ikki lætt at gera nakað við og tí hevur tað alstóran týdning, at føroyingar kunnu vísa á aðrar fyrimunir við at ferðast hendaveg. Hetta kann m.a. vera tollfría sølan umborð á ferðaleiðunum til Føroya.
Seinastu árini hevur nógv verið frammi um at skapa karmar fyri øðrum og nýggjum vinnum í Føroyum. Tað sær ikki út til, at hetta er annað enn prát og mál, sum einstakir politikarar halda verða vert at gera nakað við. Tað er væl eingin ivi um, at politiska skipanin ikki dregur eina línu í hesum málinum.
Ferðavinnan í Føroyum gevur ikki stórt avkast sum er, og er henda vinna í løtuni í ferð við at menna seg. Tað er tí av stórum týdningi, at broytingar í kørmunum fyri vinnuna yvirhøvur eru vælumhugsaðar og fyritreytirnar fyri virkseminum ikki verða broyttar til tað verra.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at politiska skipanin setir seg niður og hyggur at, hvussu vit skulu skapa ferðavinnukarmar í Føroyum, sum eru kappingarførir við okkara grannalond. Hetta eigur at verða gjørt beinanvegin og áðrenn einstakar broytingar verða gjørdar, sum kunnu hava neiligar avleiðingar fyri ferðavinnuna.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)