Tommy Ahlers á Vinnudegnum: “Just do it”

06. september. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum 15. september fer kendur íverksetari, við úrslitum sum tala fyri seg, at geva burturav sínum royndum um íverksetan.

Tommy Ahlers er ein tann fremsti íverksetarin í Danmark, og hann er nýliga settur sum formaður í Iværksætterpanelet, sum danska stjórnin hevur sett á stovn. Iværksætterpanelet skal viðgera, hvussu tað gerst lættari at stovna fyritøku í Danmark, og hvussu smáar og miðalstórar fyritøkur kunnu vaksa. Tommy Ahlers situr eisini í Disruptionrådet. Eitt av endamálunum við Disruptionrådet er at greina og gera uppskot til, hvussu Danmark kann fáa ágóðan av tøkniligu menningini. Eisini er Tommy íðin íleggjari, og hann hevur sett pening í fleiri ymsar fyritøkur.

Í 2005 stovnaði Tommy fyritøkuna ZYB, sum framleiddi online tænastur til backup av telefonkontaktum. ZYB varð í 2008 selt til Vodafone fyri 50 milliónir krónur. Eisini stovnaði Tommy fyritøkuna PODIO, sum gjørdi intranetloysnir, og hann seldi somuleiðis PODIO við stórum vinningi.

Umframt at vera íverkseti og íleggjari, so er Tommy eisini kendur frá sjónvarpsrøðini Løvens Hule, sum hevur verið víst á DR. Har situr hann, saman við øðrum kendum donskum vinnulívsfólki, og ger íløgur í hugskot hjá luttakarum, sum vilja byrja sítt egna virksemi.

Melda til Vinnudagin her

Skrá – Vinnudagurin 2017

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)