Vinnukikarin Perma
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tony Rasmussen í Vinnukikaranum

20. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnukikarin er aftur – við Tony Rasmussen, nýggja stjóranum í Ársins Virki 2025, Poul Hansen. Hoyr um leiðslu, menning og framtíð

Vinnukikarin, poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, er nú aftur í luftini. Fyrsti partur í nýggju sesongini er samrøða við Tony Rasmussen, nýggja stjóran í Poul Hansen, sum fyri stuttum varð kosið Ársins Virki á Vinnudegnum.

Í samrøðuni greiðir Tony frá, hvussu tað er at taka við starvinum sum stjóri. Hann leggur dent á týdningin av góðum samstarvi og álit millum deildirnar og nevnir, at felagið hevur eina sterka mentan, har starvsfólkini eru hjartað í virkseminum.

Tony Rasmussen tosar eisini um framtíðarmálini hjá Poul Hansen. Hann sigur, at samtakið fer at halda fram at menna seg á kjarnumarknaðunum og samstundis hugsa nýtt, bæði tá ið tað kemur til vørumenning og burðardygd.

Heiðurin sum Ársins Virki hevur eisini týdning fyri bæði starvsfólkini og leiðsluna.

Alt hetta og meira kanst tú hoyra í nýggja partinum av Vinnukikaranum, sum er tøkur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum og á vanligu poddvarpspallunum.

Hoyr partin her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios