Heimasíðan Tíðindi
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Tryggja tær limaprís til Vinnudagin

25. august. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinasti møguleiki at tryggja tær serligan limaprís til Vinnudagin 2025 er í dag

Í dag er seinasti møguleiki hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin 2025 fyri serligan limaprís. Frá í morgin, 26. august, verður tilmeldingin opin fyri øllum.

Vinnudagurin verður fríggjadagin 19. september og er altíð ein vælumtóktur dagur millum vinnulívsfólk og onnur, sum hava samband við føroysku vinnuna.

Limaavsláttur
Inntil 25. august á midnátt fáa limir 30% í avsláttri:

  • 2.940 kr. við veitslu
  • 2.100 kr. uttan veitslu

Frá 26. august verður avslátturin fyri limir 20%:

  • 3.360 kr. við veitslu
  • 2.400 kr. uttan veitslu

Opið fyri øllum
Frá 26. august ber til hjá øllum at melda seg til Vinnudagin 2025.

 

Skráin fyri Vinnudagin

 

Thomas Erikson

Thomas Erikson úr Svøríki er kendur um allan heimin fyri sínar bøkur í røðini “Surrounded by…”, eitt nú Surrounded by Idiots, sum er útgivin á mongum málum og seld í milliónatali.

Í bókunum ger hann stuttliga, men samstundis gjølliga greining av ymsum persónleikum og samskiftismynstrum, og hann gevur lesaranum praktisk amboð til at skilja og handfara fólk við ymsari atferð.

Á Vinnudegnum fer Thomas at leggja fram á ein undirhaldandi og læruríkan hátt. Hann fer at vísa okkum, hvussu vit betur kunnu skilja tey, vit annars hava ringt við at skilja ella samskifta við.

 

Brian Sørensen

Danski íverksetin Brian Sørensen er stovnarin av kenda orkudrykkinum Cult Energy, sum gjørdist eitt altjóða kent merki, áðrenn hann seldi fyritøkuna til Royal Unibrew. Í dag er hann millum annað sameigari í fyritøkuni PadelPadel.

Alla sína yrkisleið hevur Brian verið drigin at nýskapan og íverksetan. Hann hevur evnini at síggja møguleikar, har onnur síggja forðingar, og hann hevur víst, at hugflog, áræði og áhaldni kunnu føra heilt ótrúlig úrslit við sær.

Á Vinnudegnum fer Brian at taka okkum við inn í sína ferð sum íverkseti – heilt frá fyrstu hugskotunum, gjøgnum mótgang og royndir, til tann endaliga sigurin, tá ið verkætlanin eydnast.

 

Vera Antonsdóttir

Í hjartanum av Reykjavík liggur Gróska, ein nýskapandi miðdepil, har hugskot fáa møguleikan at vaksa og gerast til veruligar verkætlanir. Aftanfyri Grósku stendur íslendska Vera Antonsdóttir, sum er stjóri fyri depilin.

Á Vinnudegnum fer Vera at vísa okkum, hvussu Gróska arbeiðir í verki – heilt frá fyrstu hugskotunum, sum ofta byrja við einum einfaldum spurningi ella einari nýggjari tøkni, til ítøkiligar íløguætlanir og fyritøkur, sum eru klárar at fara á altjóða marknaðin.


Ben Arabo

Í einum lítlum samfelag sum Føroyum hevur tað stóran týdning, at vit duga at draga íløgur til – bæði frá føroyskum íløgufólki og frá altjóða kapitali.

Uttan nýggjar íløgur verður tað trupult at skapa vøkstur, nýskapandi vinnumøguleikar og fleiri arbeiðspláss. Men hvørji stig skulu takast fyri at gera Føroyar enn meira spennandi og kappingarførar á hesum øki?

Á Vinnudegnum fer Ben Arabo, stjóri í íløgufelagnum Framtak, at varpa ljós á júst hesa avbjóðingina. Í framløguni fer hann at greiða frá, hvussu tað ber til at byggja eina tilgongd, sum er hóskandi til okkara stødd og marknað, og hvussu vit kunnu gera Føroyar til eitt stað, har íløgufólk síggja greiðar møguleikar og haldgóðar karmar.


Stuttir fyrilestrar

Eisini verður ein spennandi røð við stuttum fyrilestrum undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum”.

 

Her fara Símin P. Sivertsen, stjóri í Bergfrost, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi og íverkseti, at greiða frá, hvussu tey arbeiða við innovatión, og hvussu tey komu frá hugskoti til veruleika.

Tað verður Kjartan Hansen, sum fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum í ár. 

 

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025