Billede

Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

03. februar. 2025 | Tíðindi | Havbúnaður

Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

Fríggjadagin 28. februar verður Aliráðstevnan 2025 hildin á Hotel Føroyum. Endamálið við afturvendandi ráðstevnuni er at geva luttakarum íblástur og nýggja vitan um havbúnað, eins og luttakararnir fáa møguleika at netverka.

Í fjør var ráðstevnan fullteknað, tá ið yvir 400 fólk tóku lut. Freistin at melda til er týsdagin 25. februar. Tó er umráðandi at gera skjótt av og tryggja tær pláss alt fyri eitt, tí tað kann henda, at tilmeldingin letur aftur áðrenn tíð, um ráðstevnan verður fullteknað.

Í næstum fara vit at kunngera skránna, og eins og í fjør verða framløgurnar ikki tulkaðar til enskt. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)