Billede
Havbúnaðarfelagið

Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2026

10. februar. 2026 | Tíðindi | Havbúnaður

Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað.

Fríggjadagin 6. mars verður Aliráðstevnan 2026 hildin á Hotel Føroyum. Endamálið við afturvendandi ráðstevnuni er at geva luttakarum íblástur og nýggja vitan um havbúnað, eins og luttakararnir fáa møguleika at netverka.

Í fjør var ráðstevnan fullteknað, tá ið yvir 400 fólk tóku lut. Freistin at melda til er mánadagin 2. mars. Tó er umráðandi at gera skjótt av og tryggja tær pláss alt fyri eitt, tí tað kann henda, at tilmeldingin letur aftur áðrenn tíð, um ráðstevnan verður fullteknað.

Í næstum fara vit at kunngera hvat verður á skránni, og eins og í fjør verða framløgurnar ikki tulkaðar til enskt.

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

    Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    EFTA Hari4680
  3. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768