Túrurin er komin til Afrika

28. juni. 2010 | Tíðindi | Samhandil

Vøkstur hendir nú á tí stóra heimspartinum sunnan fyri Evropa, og har fer at verða størst vøkstur tey næstu 20 árini, metir eitt danskt íløgufelag í Jyllandsposten. DI sær eisini tær góðu søgurnar breiða seg sum ringar í vatninum, tá tað kemur til íløgur í Afrika.

Fleiri danskir íleggjarar fokusera nú meira og meira á afrikanska kontinentið. Eitt dømi um tað er tann danska fyritøkan African Investment, sum stendur fyri størsta rapsgarði í Afrika á stødd við Falster. Verkætlanin førir til, at tað fer at verða tørvur á fleiri vørum, sum danskar fyritøkur kunnu veita. Talan er um vørur sum traktorar, el-skipanir, generatorar og annað til landbúnaðarframleiðslu.

Sjálvt um tað í fleiri ár hava verið nógvar keðiligar søgur um íløgur og arbeiði í Afrika, so byrja vit nú heilt greitt at hoyra góðar søgur, sum hana African Investment er í ferð við, sigur afsetningspolitiski leiðarin í DI, Peter Thagesen.
Hann vísir á, at tað eru fleiri afrikonsk lond, sum í dag hava hægri vakstrarratur enn fyrr.
Og vit skulu eisini verða greið yvir, at tað í tí gongdini er pláss fyri størvum og vøkstri bæði fyri afrikanarar og fyri okkum, sigur Peter Thagesen. Hann vónar, at tað er ein gongd, sum fer at halda fram, tí tað er talan um eina gongd, har báðir partar kunnu vinna, staðfestir afsetningspolitiski leiðarin í DI.
Verkætlanin, sum African Investment stendur fyri, verður mett at geva arbeiði til umleið 300 danskarar og 2.000 ghanesar.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)