Týdningarmikið at hava atgongd til alheims marknaðir

04. februar. 2019 | Tíðindi | Shipping

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur havt aðalfund

Fríggjadagin 1. februar hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Rúni V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen. Allir vórðu teir afturvaldir.

Formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, legði ársfrásøgnina fram á aðalfundinum. Limirnir í Reiðarafelagnum hava nú knapt 1.000 føroyingar í starvi, og skal vinnan framhaldandi vaksa, er týdningarmikið at fylgja altjóða sáttmálum og hava góða marknaðaratgongd, tí kappingarneytarnir hjá føroyskari shipping eru ikki í Føroyum, men um allan heim.

Jens Meinhard Rasmussen legði tí serliga dent á, at tað hevur týdning, at Føroyar fylgja altjóða krøvum til vinnugreinina. Støðan hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip er grundleggjandi, at vit ikki eiga at hava serlig national krøv í Føroyum. Okkara altjóða kappingarføri er treytað av, at okkara skip sleppa at virka undir somu reglum sum tey skip, vit kappast við, og at vit hava atgongd til somu marknaðir.

Tað er tí at fegnast um, at føroyskir myndugleikar leggja seg eftir altíð at vera dagførd í mun til altjóða ásetingar. Hetta er gott fyri vinnugreinina. Føroyska shippingvinnan hevur ikki ynskir um at fáa lagaligar treytir at virka eftir her heima. Tað, vinnan ynskir, er júst altjóða krøvini, hvørki meira ella minni.

Vit mugu tó eisini hava eina betri marknaðaratgongd. Avtalur um cabotagusigling og dupultskatt hava týdning fyri shippingvinnuna, á sama hátt sum handilsavtalur hava týdning fyri tær fyritøkur, sum inn- og útflyta vørur. Her saknar Reiðarafelagið fyri Handilsskip, at landsstýrið setur meira orku av, so tað á hesum økinum verður komið munandi longri fram á leið.

Formaðurin í felagnum fegnaðist annars um shippingtiltakið, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skipaði fyri í november í fjør. Her var høvi hjá øllum, sum hava beinleiðis tilknýti til vinnugreinina at skifta orð um viðkomandi viðurskifti og avbjóðingar. Vónandi verður aftur í 2019 eitt líknandi tiltak, kanska við einum enn størri og breiðari luttakaraskara.

Til ber at lesa alla nevndarfrásøgnina her.

Í nevndini í RFF sita nú Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    26. august. 2025
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindum

    Um Føroyar skulu vinna á altjóða talvborðinum, mugu vit spæla okkara egnu leikir. Vit vinna ikki við at kopiera leikir hjá øðrum, tá ið tað ræður um at tryggja kappingarføri Føroya

    26. august. 2025
    2151476060
  3. Turið heldur fram sum forkvinna í AFF

    Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum hevur skipað seg við verandi nevnd

    26. august. 2025
    Aðalfundur AFF