Týdningarmikið, at tað almenna heldur fram at eftirspyrja vørur og tænastur

30. mars. 2020 | Áskoðan

Eitt týdningarmikið hjálparátak fyri at halda landsbúskapinum uppi er, at land og kommunur framhaldandi keypa vørur og tænastur frá føroysku vinnuni

Hóast støðan hjá nógvum fyritøkum er sera trupul, hava fyritøkur eisini sett í verk smittufyribyrgjandi tiltøk og umskipað mannagongdir, so framleiðslan av vørum og tænastum partvíst kann halda fram. Tí er tað týdningarmikið, at tað almenna í hesum tíðum heldur fram við at eftirspyrja vørur og tænastur, og gjarna framskundar ætlanir, sum enn ikki eru settar í verk.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur, at tað kann vera  trupult at seta ferð á eftirspurningin, tá samfelagið er farið niður í ferð. Men tað er í einari støðu sum hesari, at land og kommunur mugu halda høvdið kalt og gera sítt til at halda samfelagshjólunum malandi. Vit hava sæð, at summar kommunur hava boðað frá at tær hava sett serlig tiltøk í verk fyri at økja um eftirspurningin úr vinnuni. Hetta fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, og vónar at síggja fleiri slík átøk, umframt at frammanundan planlagt virksemi verður sett ígongd.

Hóast fleiri skilagóð hjálpartiltøk eru sett í verk, er tað somuleiðis sera umráðandi, at land og kommunur halda fram at keypa vørur og tænastur.

Tað er neyðugt at land og kommunur:

-   halda fram við verandi virksemi og ikki avlýsa ordrar

-   seta planlagt virksemi í gongd

-   seta meira ferð á virksemi, sum hevur bíðað, so sum umvælingar og ábøtur

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ráðgeva tøkan, sum kann ráðgeva fyritøkum um hvussu tær á bestan hátt kunnu hava virksemið koyrandi, men í einum og øllum hava ein atburð sum minkar um spjaðing av smittuni. Hava fyritøkur tørv á ráðgeving ber til at senda teldupost til gudny@industry.fo ella ringja 739908.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737